Listating – Ólavsøkuframsýningini
Ólavsøkuframsýningini hjá Listafelag Føroya, kuraterað av Edvard Fuglø, við breiðari og margfeldari viftu av listaverkum eftir umleið 90 listafólkum.
Frá altjóða virknum listafólkum til rótføroysk oyggjalistafólk. Allir aldursbólkar eru umboðaðir og øll møgulig hugsandi tøkni.
Vegna umbyggingar í Listaskálanum, sum annars í mong ár hevur verið fasti karmurin um Ólavsøkuframsýningina, verður framsýningin í ár á trimum stórum hæddum í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni.
