Í summarhálvuni, frá juni til og við august, er hugnalig kafé í móttøkuni á Listasavninum. Tað er Annika Dalsgaard, sum stendur fyri kaféini OTTO studio.
OTTO studio borðreiðir við suppu, nýbakaðum bollum, góðum kaffi, køkum og drekkivørum.
Kaféin er opin hvønn dag frá kl. 11-17.
Hevur tú árskort til savnið, fært tú 10 % í avsláttri í kaféini.
—
Við stóru vindeygunum, ið venda út ímóti vøkru viðarlundini, kennist móttøkan á Listasavninum bæði ljós og rúmlig. Móttøkan er miðdepil í húsinum og er hjartað, sum knýtir framsýningarhølini saman.
Í móttøkuni á Listasavninum kanst tú njóta eina hugnaliga løtu áðrenn ella aftaná eina uppliving á savninum. Barnafamiljur kunnu seta seg við barnaborðini at gera ymiskt kreativt saman.
Vit hava eisini eitt úrval av føroyskum tíðindabløðum og listatíðarritum, sum tú kanst blaða í.
Tað er ókeypis Wi-Fi í kaféini.
Vælkomin!
Líknandi støð
1933
Café á Hotel Føroyum Okkara hugnaliga lobbybarr og café bjóðar tað...
Paname Café
Heimagjørdur matur í søguligum umhvørvi í miðbýnum. Her er gott vi...
Hornið
Lekkurt kaffi og te Vit bjóða sergjørt kaffi og te og leskiligar k...
Cafe Drekkamunnur
Nýggj café og matstova Norðuri í Sundum í Kollafirði.
Breyðvirkið
Bakaríið, sum er serfrøðingur í handgjørdum økologiskum súrdeigsbr...
Omaná
Omaná borðreiðir við góðskukøkum og ísi til ta kræsnu tunguna. Vit...
Kafe Umami
Kafe Umami er ein hugnalig kafe, sum er staðsett á bryggjuni. Um s...
Ástaklokkan
Lítið og hugnaligt matstað á Reyni Í Ástaklokkuni gera vit mat eft...