Loading Events
Nær
3. oktober 2026 kl. 22 - 23:30
Hvar
Lívdin
Prísur
DKK 250 – 350

Hans Inge Fagervik

Hans Inge Fagervik hevur skrivað sangir, sum hava fylgt fleiri ættarliðum. Hann er maðurin aftan fyri “Farvæl Marita” og norska upprunalagið “Ikke redd for regnet”, sum føroyingar kenna sum “Eg ræðist ikki regnið”, sungið av Anniku og Sigrid.

Leygarkvøldið 3. oktober fer Hans Inge á pall í Lívdini saman við føroyskum tónleikarum. Á skránni verða kendir sangir, góðar søgur og livandi tónleikur.

Eitt gott kvøld fyri teg, sum virðismetir sangir við lívi og innihaldi