Loading Events
Nær
21. september 2026 kl. 10 - 10:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 215 – 615

Alzheimerfelagið 25 ár

Høli: Høllin
Longd: 09.00-17.05 og 18.30-22.00

Í sambandi við, at Alzheimerfelagið í Føroyum hevur 25 ára stovningardag, verður áhugaverd ráðstevna á altjóða Alzheimerdegnum 21. september. Lív Mikkelsen fer at leiða ráðstevnuna, sum er býtt upp í tveir partar. Tann fyrri er um dagin, og tann seinni er um kvøldið. 

Kostnaður um dagin er 615 kr.
Kostnaður um kvøldið er 215 kr.

Endamálið við ráðstevnuni er at varpa ljós á demensøkið – bæði faklig og persónlig viðurskifti, sum lýsa avbjóðingar, málburð, og hvussu øll familjan verður ávirkað, tá ið sjúkan rakar. Men eisini, hvussu tilveran við demenssjúku framvegis kann vera góð, tá ið umstøðurnar eru góðar.

Ráðstevnan hevur spennandi skrá til bæði fakfólk, avvarðandi, politikarar og øll við áhuga fyri demensøkinum. Tak skránna niður her.

SKRÁIN UM DAGIN

  • Vælkomin og setan, Naina Túgvustein, forkvinna og Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýrisskvinna 
  • Hvordan kan vi forstå mennesker, som lever med demens, og hvordan kan vi ”tale” demenssprog, Anneke Dapper-Skaaning, cand. psych.aut., serfrøðingur á demensøkinum 
  • Kaffisteðgur 
  • Framhald, Anneke Dapper-Skaaning
  • Verkætlan – Kommunal demenssamskipan í Føroyum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum
  • Miðmáli
  • Demens.fo 2026 – status og framtíðin, Tormóður Stórá, leiðari á Psykiatriska deplinum
    Maskering sum umsorganarstrategi – Gerandisdagur og leiklutur hjá avvarðandi, Barbara Egilstrøð, ph.d. í fólkaheilsu og granskari innan arbeiðsumhvørvi og heilsu
  • Støðan hjá avvarðandi at persónum við demenssjúku í Føroyum, Maria Skaalum Petersen, professari, Heilsu granskingareindin í Sjúkrahúsverkinum og Sára S. Reinert, námslektari á deildini fyri Heilsu- og  sjúkrarøktarvísindi, Fróðskaparsetur Føroya
  • Alzheimerfelagið 25 ár. Tøgnin fekk eina rødd, bókaútgáva, Naina Túgvustein og Hilmar Jan Hansen
  • Kaffisteðgur
  • Filmsýning, Birita, 90 minuttir

Ráðstevnan um dagin endar væntandi kl 17.05. 

SKRÁIN UM KVØLDIÐ

  • Vælkomin, Naina Túgvustein
  • At vera avvarðandi, Flemming Østergaard (Don Ø), greiðir frá um at vera avvarðandi, og síðani prátar Lív Mikkelsen við hann
  • Tónleikur og prát, Stanley Samuelsen spælir nøkur løg, og síðani prátar Durita Fagradal Augustinussen við hann og konu hansara, Merete Messmann
  • Alzheimerfelagið 25 ár. Tøgnin fekk eina rødd, bókaútgáva, Naina Túgvustein og Hilmar Jan Hansen 
    greiða frá
  • At minnast tey, sum gloyma, Jens Jákup Hansen
  • Hvordan skaber man det gode liv med demens – et opgør med fordomme, Anneke Dapper-Skaaning, cand. psych.aut., serfrøðingur á demensøkinum
  • Steðgur
  • Verkætlan – Kommunal demenssamskipan í Føroyum, Unn Justinussen, næstforkvinna í Alzheimerfelagnum 

Ráðstevnan um kvøldið endar væntandi kl 22.00.