Eyði Horsdal
Í heyst verður Eyði Horsdal aftur at hoyra á pallinum við vælspælandi bólki afturat sær. Eyði og bólkurin fyrireika spennandi heildarútgávu við egnum tilfari. Talan er um nýggjar sangir á føroyskum í fólksligum sangbærum stíli. Eyði hevur eyðmerkt seg við einum løttum melodiskum tóna og jarðbundnum sansaligum tekstum. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, eins og teir rúma dýpd og álvarsemi. Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og ikki minst hugnaliga konsert.
Eyði Horsdal – sang, guitar og klaver
Kristian Pauli Ellefsen – klaver og harmoniku
Arnold Ludvig – bass og guitar
Gareth Quinn Redmond – violin og guittar (IRL)
Albert Karch – trummur og orgul (POL)