Loading Events
Nær
6. oktober 2026 kl. 20:30 - 20:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 145 – 195

Av måneskinn gror det ingenting (NO)

Høli: Høllin
Longd: 120 min.

Ein maður og ein kvinna hittast á einari jarnbreytarstøð. Hesa náttina fortelur kvinnan sína lívssøgu – um ungdómskærleikan, sum ongantíð slepti takinum, eitt parlag, sum mátti livast í loyndum, og eitt lív, sum er myndað av gomlum normum.

Leiksýningin Av måneskinn gror det ingenting er grundað á skaldsøguna eftir Torborg Nedreaas frá 1947 – eitt høvuðsverk í norskum eftirkrígsbókmentum. Skaldsøgan vakti stóran ans við sínum beinraknu lýsingum av lívskorunum hjá kvinnum og var millum tær fyrstu, sum opið og nágreiniliga lýsir eina ólógliga abort.

Agder Nye Teater ger skaldsøguna um til eina sterka og seniska frásøgu um kærleika, skomm, frælsi og ábyrgd. Hetta er ein sýning, sum knýtir saman eitt søguligt kvinnulív og spurningar, sum framvegis eru viðkomandi: Hvat lív droyma vit um? Hvørjar avgerðir forma okkum? Og hvat hendir, tá ið samfelagsnormar og menniskjuligur longsil renna saman?

Agder Nye Teater
Grundað á skaldsøguna Av måneskinn gror det ingenting eftir Torborg Nedreaas

Leikstjórn: Magnus Sparsaas
Á pallinum: Ragnhild Meling Enoksen, Bibbi Winberg og Anette Röde Hagnell
Ljóssnið: Randiane Sandboe
Pallsmíð: Amale Larsen
Grafikkur: Carl Lützen
Tónleikur: Anette Röde Hagnell
Tøkni: Ole Stamnes, Simon Meyer Tallaksen, Oliver Meuersinge
Framleiðarar: Magnus Sparsaas og Michelle Helmersen Flagstad (hjálparframleiðari úr Scenekunst Sør)

Stuðlar
Hjáframleiðari: Grenland Friteater
Kulturrådet, Agder Fylkeskommune, Vestland Fylkeskommune, Grimstad Kommune, Arendal Kommune, Kristiansand Kommune, Scenekunst Sør, Sparebanken Norge og Fløistadstiftelsen.