Open Mic / Open Stage við Falinn Gjóður
Tað er ikki eitt krav, at tú skal upp á pallin. Tú ert eisini hjartaliga vælkomin framvið at lurta og njóta sum áskoðari.
Vertir á kvøldinum eru Anna og Arnold, sum syrgja fyri góðum stemningi og einum tryggum umhvørvi.
Og so er tað serligi gesturin Falinn Gjóður. Einaferð funnu tríggir dreingir í Íslandi saman. Hetta var byrjanin uppá tann mest stórsligna bólkin í heiminum, sambært teimum sjálvum.
Bólkurin fær íblástur frá bólkum sum Þursaflokkurin og Frank Zappa.
Tónleikurin blandar guddómligar melodiir saman við festligar tekstir, og harvið hevur tú uppskriftina uppá tín nýggja yndisbólk.
Bólkurin er í Føroyum í samband við Pan Artic Vision tónleikakappingina, sum er í Føroyum í ár.
Manningin er:
Aron Elí Arnarsson – bass og vokal
Baldur Þórarinsson: tangentar og vokal
Þorri Hrafnsson: gittar og vokal
Praktiskt:
Innskriving: kl. 19.30
Falinn Gjóður á pall: kl. 20.00
Stuðlað hevur Mentamálaráðið.