Lær at seta prís á teg og tín tónleik
Skalt tú siga 3.000 kr.? 8.000 kr.? 15.000 kr.? Og hvat byggir tú prísin á?
Á verkstovuni læra vit teg at seta ein realistiskan og professionellan prís á teg og tín tónleik.
Vit hava fingið Eirik Søreide, ein av teimum mest royndu innan økið í Noregi, at geva tær ítøkilig amboð, sum tú kanst brúka næstu ferð, tú skalt samráðast um eina konsert.
Eirik er stjóri og eigari av Polar Artist AS, eitt av fremstu bookingfeløgunum í Noregi. Hann stovnaði felagið í 2006, og hevur við tíðini fingið ein týðandi leiklut á norðurlendska konsertmarknaðinum.
Sum bookingagentur umboðar hann millum annað Highasakite, Espen Lind, Pom Poko, Sløtface og Team Me. Við øðrum orðum: Hann veit, hvat tónleikur kostar, hvussu tú finnur fram til ein prís og hvussu tú samráðist um prís.
Vit fara millum annað at arbeiða við:
• Hvønn prís kanst tú taka fyri eina konsert?
• Hvat kann hava ávirkan á prísin?
• Hvat við festivalum, tiltøkum og konsertum uttanlands?
• Hvat um tú ert support hjá einum øðrum bólki?
• Hvussu við vælgerandi endamálum?
• Hvussu roknar tú manning, útgerð, ferðing, mat og aðrar útreiðslur inn í prísin?
• Hvussu samráðist tú, uttan at selja teg sjálvan ov bíliga?
• Hvussu brúkar tú málið og retorikk, tá tú skalt samráðast um prís?
• Hvat er best: Føst samsýning, at spæla upp á hurðina ella at býta inntøkurnar við fyriskiparan?
Hetta verður ikki bara ein fyrilestur, har tú situr og lurtar. Tú fært eisini praktiskar uppgávur og sleppur at royna teg í veruligum støðum, so tú fert heim við amboðum, sum tú kanst brúka beinanvegin.
Melda teg til verkstovuna við at senda ein meyl til torsgota@torshavn.fo, har tú boðar frá, at tú vilt luttaka.
Tiltakið er fyriskipað av Tórsgøtu og FMX.