Loading Events
Nær
29. september 2026 kl. 20 - 20:01
Hvar
Hoydalar
Prísur
DKK 160

Tríggjar Systrar

Leikurin, ið tá var leikstjórnaður av Konstantin Stanislavski, sigur søguna um tær tríggjar systrarnar Olgu, Mashu og Irinu, sum kenna seg standa í stað, í lítlu bygdini, sum søgan gongur fyri seg í. Longsulin eftir betri korum og eftir einari aðrari tilveru er kjarnin í leikinum, og er samstundis orsøkin til, at fólk kring heimin kenna seg aftur í hesi søguni, ið hesa ferð verður sett á pall í gomlu fimleikarhøllini í Hoydølum, leikstjórnað av Evgeniiu Gromovu, ið hevur hollar royndir við at tulka og pallseta leikrit eftir Tjekhov, millum annað í Russlandi og í Noregi.

Hon sigur m.a. soleiðis um hesa uppsetanina:
“Leikurin Tríggjar systrar er tíðleysur. Tjekhov sigur søguna um menniskju, sum tykjast ikki at megna at liva í núinum. Tey liva antin í gjárdegnum ella í morgindegnum. Lívið rennur teimum av hondum. Tríggjar systrar droyma um at sleppa burtur úr lívinum á bygd og droyma um eitt eydnuríkt lív í høvuðsstaðnum, uttan at skilja, at eydnan býr í teimum sjálvum og ikki í einum øðrum býi. Saman við sjónleikarunum vil eg kanna, um tað ber til at byrja av nýggjum – og, enn týdningarmiklari, um tað veruliga er neyðugt”.

Leikarahópurin telur heili nýggju leikarar og í høvuðsleiklutunum sum tær tríggjar systrarnar síggja vit Riu Tórgarð, Súsonnu Tórgarð og Kristinu Sundar Hansen í innovativari pallmynd eftir Sámal Blak.