Peter Tulinius Krarup bjóðar til móttøku
Høli: Forhøllin
Longd: 15.00-17.00
Góði vinur hjá okkum í Norðurlandahúsinum!
Eg eri komin væl í gongd sum nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum og gleði meg at læra mongu vinirnar og samstarvsfelagarnar hjá húsinum at kenna.
Tí vil eg fegin bjóða tær til móttøku her í húsinum.
Vit bjóða okkurt gott at eta og drekka, umframt nøkur listalig innsløg. Kom framvið til eina hugnaliga løtu og eitt prát – uttan mun til, um vit longu hava heilsast ella hittast fyri fyrstu ferð.
Eg vóni, at vit síggjast!
Vinaliga
Peter Tulinius Krarup