NAZA (Yuval Abraham og Rachel Szor, UK USA og Ísrael 2026 80 min)
reglufast og tilætlað hevur dripið palestinsk sivilfólk í Gaza.
Heimildarfilmurin “Naza” hevur rakt nakað í tíðini. Fyrst við tað, at hann fekk serstøku virðislønina hjá dómsnevndini á stóru filmstevnuni í Venezia, og síðan við tað, at tá filmurin var liðugur, fekk hann drúgvastu lógvabrestir síðan filmstevnan byrjaði í 1932.
“Naza” er eitt heiti, sum ísraelski herurin nýtir í einum roknistykki, tá mett verður um, hvussu nógv sivilfólk væntast at verða offur í einum tilætlaðum hernaðarálopi í sama øki. Eitt roknskapartekniskt estimat, tá kríggj er.
Leikstjórarnir, Rachel Szor og Yuval Abraham, hava sjálvir orðað grundgevingina fyri “Naza” soleiðis:
“Vit gjørdu filmin út frá eini kenslu av skyldu og ábyrgd, sum ísraelskir borgarar, at kanna skipanina handan tey hópdráp, ið eru framd á palestinsk sivilfólk, sum okkara land hevur ábyrgdina av. Tey trý árini, vit arbeiddu við filminum, settu vit okkum sama spurning, sum ættarliðið hjá ommum og abbum okkara, og fólk annars gjøgnum alla 20. øld, hava spurt: Hvussu kann ein bólkur av menniskjum loyva, at ein annar bólkur verður gjørdur fullkomuliga ómenniskjansligur? Hvussu síggja innaru mekanismurnar í einari tílíkari skipan út?”
Filmsfelagið hevur fyrr víst “No Other Land”.
