Loading Events
Nær
15. januar 2027 kl. 19:30 - 19:31
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 140 – 249

Benjamin Rajani – útgávukonsert (FO)

Høli: Høllin
Longd: 70 min (uttan steðg)

Við útgávuni Onkustaðni er ein viðarlund kemur Benjamin Rajani við 10 nýggjum sangum um lívið sum ungur í einum samfelagi, har individualisering, væntanir og trýst fyllir nógv. Sangir, ið snúgva seg um samleika, mótgang, stríð, trúgv og leitanina eftir at finna á slóðina. Tekstirnir hjá Benjamin Rajani eru nærverandi og poetiskir og geva eitt persónligt og ærligt innlit í tað at leita, at ivast og at finna fótafestið.

Á konsertini verður útgávan framførd í síni held saman við orkestri. Umframt løg úr nýggju útgávuni, verða eisini kendastu sangirnir frá fyrstu útgávuni, Tá hvørt ljós líkist tær, at hoyra. Hendan útgávan var væl fagnað av ummælarum, millum annað við 10 stjørnum í Kvørnini hjá KvF, umframt, at hon var í uppskoti til ársins útgávu á FMA 2026.

Hetta kvøldið verður merkt av dygdargóðari føroyskari sangskriving, vøkrum, ljómandi útsetingum og listamanni, sum er vorðin ein av kendastu røddunum á føroyska tónleikapallinum.

Lyon Hansen hitar upp áðrenn konsertina.

Onkustaðni er ein viðarlund, sum er onnur útgávan hjá Benjamini Rajani, kemur út 6. november 2026.

Benjamin Rajani: Sang, akustiskan guitar
Filip Zachariassen: Elguitar, akustiskan guitar
Aksel Remmel: Keyboard
Bárður Petersen: Bass, synth bass
Tórður Dam Jacobsen: Trummur

Mynd: August Vinther