Loading Events
Nær
9. desember 2026 kl. 20 - 22
Hvar
Havnar Bio
Prísur
DKK 100

Everybody Digs Bill Evans (Grant Gee Írland UK 2026 102 min)

Leikstjóri er bretski Grant Gee (f.1964), sum fyri filmin vann Silvurbjørnina á filmstevnuni í Berlin í ár. Hann hevur fyrr gjørt filmar um Joy Divsion, Radiohead og Nick Cave. Owen Martel hevur skrivað handritið, sum nýggi og ummælararósti filmurin, ið er svarthvítur og í litum, byggir á.

Magnus Johannesen fer at innleiða sýningina.

Vit eru í New York býi í juni 1961. Jazzpianisturin, Bill Evans, sum er blivin eitt stórt navn, ið øll tosa um, hevur funnið musikalsku røddina og skipað eina perfekta trio, har sálarvinurin, Scott LaFaro, spælir bass. So væl gongst í hond, at eina dagin lukkast teimum at spæla inn tvær plátur hjá Village Vanguard, sum báðar verða klassikarar og av fleiri mettar sum bestu jazzplátur nakrantíð.

Fáar dagar seinni er LaFaro í syndarligari bilvanlukku og doyr.

Evans, sum alt lívið hevur spælt tónleik, verður so tyngdur av sorg, at hann er fyri ongum, og gevst at spæla.

Gjøgnum krossklipp, har nútíð og framtíð umskarast í lívinum hjá Bill Evans, har hann rúsar seg og er edrúur, eins og sambandið við næstrafólkini og unnustuna, sum hann dyrkar tónleik og hørðu rúsevnini saman við, fáa vit í filminum “Everybody digs Bill Evans” innlit í tilveruna og menniskjansliga kostnaðin at útinna tónleikin hjá einum heiðurskrýndum og tó píndum og plágaðum listafólki. Hóast hann er eitt tónlistaligt flogvit, noyðist hann at taka við teirri sannkenning, at onkuntíð er steðgurin partur av tónleikinum.

Umframt Anders Danielsen Lie síggja vit Bill Pullman, Barry Ward, Laurie Metcalf og Valene Kane.