Loading Events
Nær
26. november 2026 kl. 21 - 21:01
Hvar
Blábar
Prísur
DKK 100

Alto (FO)

Fyri okkum er tað umráðandi, at vit skriva tónleikin saman, tí allir limirnir fáa íblástur úr ymiskum sløgum av tónleiki. Hetta ger, at tónleikurin hjá okkum verður heilt serstakur – og tað er júst soleiðis, vit ynskja tað. Tá ið vit spæla, er tað ein veitsla. Orka og gott lag eru týðandi partur av framførsluni, og tað er umráðandi fyri okkum, at áhoyrararnir fáa lut í hesum.
Í stuttum: Feitur tónleikur. Gott lag.
Jónas Reinert Vesturklett – vokal, gittar, Treysti Holm (el gittar), Helgi Marius Greve (klaver, gittar), Heini Hofgaard Johannessen (bass), Alfred Moyell Johansen (trummur)
Jam Session eftir konsert.