Mattias Kapnas – útgávukonsert
Undir heitinum “Helluljóð” er tónleikurin umskrivaður til klaver og syntar, innspældur og klárur at verða útgivin, bæði talgilt og á vinyl.
Hetta verður hátíðarhildið við útgávukonsert, har Mattias framførir tónleik av Helluljóð, umframt egin verk og tónleik úr klassiska repertoirinum. Afturat Mattiasi verður Jan Rúni Poulsen við á slagverki og elektronikki.
Nýggja plátan verður sjálvandi eisini til keyps á konsertini.
