Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Hallgrímur Helgason (IS)

Høli: Høllin
Longd: 45 min.

Hallgrímur Helgason – ein tann mest serstaki rithøvundurin úr Íslandi – kemur til Bókadagar í ár, og tá verður høvi at hoyra rithøvundan í samrøðu við Solveig Hanusardóttur Olsen, stjóra á Listasavni Føroya. 

Umframt at vera rithøvundur og hava skrivað bæði skaldsøgur, yrkingar og handrit til pall, so er hann eisini íðin samfelagskjakari og myndlistamaður; ein fjøllistamaður.  

Hann er kendur fyri bøkur sum Kvinden ved 1000⁰, Lejemorderens guide til et smukt hjem og 101 Reykjavík, og so verður bók hansara Tres kilo solskin sera nógv lisin í Norðurlondum í løtuni. Talan er um fyrstu bókina í einum tríbindsverki, sum fylgir foreldraleysa Gesti, og fortelur samstundis um veldigu søgu Íslands í byrjanini av 20. øld, tá norðmenn komu til Íslands at fiska sild.

Helgason er enn ikki umsettur til føroyskt, men til øll onnur skandinavisk mál, og skrivistílur hansara verður sagdur at vera fjølbroyttur. Bókaummælarar leggja ofta serliga dent á, hvussu hittinorðaður hann er, og hvussu hann valdar yvir einum stórum orðatilfeingi, ið tykist floyma yvir, umframt hvussu lýtaleyst hann blandar vónloysi og skemt.

Hallgrímur Helgason (f. 1959) er tilnevndur til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins tríggjar ferðir og hevur vunnið Íslendsku bókmentavirðislønina tríggjar ferðir. 

Fyriskiparar: Aðalkonsulat Íslands í Føroyum og Norðurlandahúsið