Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 14:30 - 14:31
Hvar
Norðurlandahúsið

Ung lesa-poddvarp

Høli: Klingran
Longd: 45 min.

Hvat ger eina bók til eina yndisbók? Ber til at hava fleiri yndisbøkur samstundis? Og hvussu ofta fær mann eina nýggja yndisbók? Kom til eitt spennandi prát um yndisbøkur saman við panelinum úr Ung lesa!

Í panelinum eru systrarnar Olivia Reinert Joensen og Jóna Reinert Joensen, sum báðar eru tannáringar, og Silja Aldudóttir, ritstjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Í poddvarpsrøðini Ung lesa práta tær um spennandi ungdómsbøkur og stór evni sum kærleika, vinarlag, stríð og samleika. Hvør partur tekur støði í einari ella fleiri bókum og gevur eitt ungt sjónarhorn á søgurnar og evnini, tær taka upp.

Kom og uppliv Ung lesa live á Bókadøgum og hoyr, hvat ger eina bók til eina yndisbók.

Fyriskipari: Bókadeild Føroya Lærarafelags framleiðir Ung lesa í samstarvi við Kringvarpið