Varðin – eitt tíðarrit fyri list og mentan
Høli: Skálin
Longd: 45 min
Vit hátíðarhalda, at Varðin 93 er komin, og at hann aftur í ár er á tremur við spennandi tilfari.
Varðin umboðar í stóran mun tað fjølbroytni, sum vit síggja á føroyska mentanarpallinum, og tað er júst hetta fjølbroytni, sum vit ynskja at endurspegla á útgávutiltakinum.
Tí verður høvi at hoyra brot úr nøkrum av ymisku tekstasløgunum, sum eru at finna í Varðanum í ár.
Sissal Kampmann lesur eina yrking upp, Erling Isholm lesur brot úr grein um eina handilskvinnu fyrst í 1800-talinum, Ann Ellefsen fer at lesa úr sínum ummæli av nýggju skaldsøguni fru s, og Svanna Jákupsdóttir fer at lesa sína stuttsøgu upp.
Ritstjórn: Marna Jacobsen og Sanna M. Klein.
Fyriskipari: Varðin