Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 10 - 10:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Listaligt arbeiði – tekstur, kroppur og kenslur við Lív í Baianstovu

Høli: Norðurstova
Longd: 45 min.

Hvussu hanga tekstur, kroppur og kenslur saman í kreativu tilgongdini?

Tónleikarin Lív í Baianstovu bjóðar inn til verkstovu og framløgu, har hon gevur innlit í sína kreativu tilgongd, sítt listaliga útgangsstøði og sína leitan eftir einum erligum og persónligum úttrykki. Við støði í sínum egnu verkum fer hon at fortelja um at arbeiða kreativt við teksti, kroppi og kenslum og koma við ítøkiligum dømum úr sínum listaliga arbeiði.

Eisini fáa tey luttakandi sjálv møguleika fyri at arbeiða við einum teksti og kanna, hvussu kroppur, persónligar royndir og kenslur kunnu gerast partur av listaligu tilgongdini. Vit fara eisini at kanna, hvussu pláss kann vera fyri tí sárbara í listaliga úttrykkinum, og hvussu arbeiðið við teksti kann lata upp fyri nýggjum sannkenningum og kanska enntá hava ein grøðandi virknað.

Tak endiliga egið ljóðføri við ella okkurt, tú sjálv/ur arbeiðir við. Tú kanst eisini bara møta upp, sum tú ert – fyrireiking er ikki neyug.

Verkstovan er ókeypis, men krevur tilmelding í seinasta lagi 12. november.

Fyriskipari: Forlagið Geymatræið