Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 16 - 16:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Føroyskar sagnir – Heiðrikur á Heygum

Høli: Høllin
Longd: 45 min.

Flestu føroysku sagnirnar hava staðið nærum órørdar í meira enn 130 ár, síðan Jakob Jakobsen og V.U. Hammershaimb savnaðu og skrivaðu tær niður í seinna helmingi av 19. øld. 

Nú hevur fjøllistamaðurin Heiðrikur á Heygum endurskrivað eitt úrval við 25 føroyskum sagnum og tvey kvæði. Hann hevur givið teimum nútíðarligan málbúna, men lagt dent á at varðveita kjarnina í sagnunum. Eisini hava allar fingið myndprýðing við tilsamans 85 myndum, sum Heiðrik sjálvur hevur gjørt.

Til Bókadagar verður møguligt at síggja myndprýðingarnar, og Heiðrikur fer at tosa um at gera okkara serstaka mentanararv livandi og endamálið við at blása nýtt lív í gomlu sagnirnar. Leikarin Kristina Sørensen Ougaard lesur upp. 

Fyriskipari: Forlagið Sprotin