Amnesty Tónar 35 ár
Í ár eru 35 ár síðan “Amnesty Tónar” kom út. Hesa tíðina, tá ófriðurin og stríðini í heiminum koma okkum alsamt nærri, hava vit kanska meira enn nakrantíð tørv á, at savnast um frælsi, frið og góðan tónleik.
Kom við á fagnaðarkonsert leygarkvøldið 14. novembur á Reinsarínum, har sangirnir aftur fáa nýtt lív. Flest øll, sum upprunaliga sungu á útgávuni, verða við, og nýtulkingar vera eisini av nøkrum løgum.
Vit gleða okkum aftur at hoyra “Amnesty Tónar” runga saman við tykkum!
