Dan Olsen í Perluni 2.jólakvøld
Tað er langt millum konsertirnar her heima, men í summar opnaði hann pallin á sandinum á G! festivalinum.
Dan hevur nógv sera fangandi løg, og hann verður nógv spældur í útvarpinum, og hevur miliónir av stroymingum á Spotify.
Ein góður møguleiki at enda friðaligu jólini heima, og koma út ein túr at njóta góðan tónleik.
