Loading Events
Nær
6. november 2026 kl. 16 - 19
Hvar
Listasavn Føroya
Prísur
Ókeypis atgongd

Fernisering: Fasta framsýningin letur upp

Úr samlingini, sum telur umleið 3.000 listaverk, eru umleið 170 verk vald út og sett saman av nýggjum. Kend verk hava fingið nýggjar grannar, onnur verk eru komin fram í ljósið, og nýggj sambond tvørtur um tíð og ættarlið eru vorðin sjónlig.

 

Fríggjadagin 6. november kl. 16–19 bjóða vit til fernisering. Kl. 16 bjóðar Solveig Hanusardóttir Olsen, stjóri, vælkomin og greiðir frá tankunum og arbeiðinum aftan fyri nýggju uppheingingina. Kl. 17 verður ein stutt rundvísing í framsýningini. Harumframt verður tónleikur og ábit. Øll eru hjartaliga vælkomin.