Loading Events
Nær
6. november 2026 kl. 16:30 - 17
Hvar
Tutl Records
Prísur
Ókeypis atgongd

Útgávukonsert: Kanska ein bygd

“Kanska ein bygd” byrjaði sum ein verkætlan hjá dansivirkinum RIVA, har tey samantvinnaðu dans og ritlist. Heðin Ziska Davidsen gjørdi ljóð og tónleik til hesa verkætlanina, ið var sýnd í novembur 2024. Síðani hevur Heðin tillaga ljóðmyndina og tónleikin til eina heildarútgávu, ið nú kemur út sum ein dupult LP og seinri í mánaðinum kemur hon eisini á stroymingstænastur.

“Kanska ein bygd” verkætlanin viðger, hvat tað er at minnast farnar relatiónir umvegis frásagnir um fólk, ið eru deyð. Hendan útgávan tekur støði í tí og er ein ferð ígjøgnum ljóð og orð við nógvum plássi til áhoyraran at hoyra seg sjálvan.

Kom og njót ein hugnaliga løtu í Tutl <3