Gaia konsert
GAIA er ein føroyskur tónleikabólkur, sum skapar dreymandi og fangandi tónleik við einum sertsøkum livandi ljóði. Við einum fjølbroyttum ljóðheimi, har violin, klarinett, klaver, guitar, bass, trummur og omnichord møtast, skapa tær eina hugtakandi blanding av indie, popppi og folk.
Tónleikurin hjá GAIA tekur støði í egnum upplivingum, kenslum og persónligum søgum, sum fáa lív gjøgnum bæði fangandi løg og stemningsfullar ljóðmyndir. Ofta er tað ein yrking, sum kveikir íblásturin og verður byrjanin til eitt nýtt lag. Úr hesum sprettur tónleikur, ið røkkur frá tí stilla og dreymandi til tað livandi og orkufulla.
Við íblástri úr nógvum fleiri tónleikasløgum skapa tær teirra egna ljóð og eitt tónleikaligt univers, har rúm er fyri bæði nærleika, dreymum og stórum kenslum.
