Loading Events
Nær
14. november 2026 kl. 13:15 - 13:16
Hvar
Norðurlandahúsið

Høvundakorterið: Elin á Rógvi

Høli: Forhøllin
Longd: 15 min

Høvundakorterið er tiltaksrøð hjá Rithøvundafelag Føroya, har limir nýta høvi at lesa upp úr egnum nýprentaðum tekstum. 

Bókin
Nivinaja er nýggjasta bókaútgávan hjá høvundanum Elini á Rógvi. Um tú ikki kennir Naju, hugsar tú helst, at hon hevur tað gott, at hon er heppin. Hon býr í einum flottum húsum, er eitt stórt talent í svimjing og hevur nógvar vinir har. Men okkurt er galið inni í flottu húsunum. Svimjivinirnir vita ikki, hvat Naja heldur loyniligt fyri teimum. Og okkurt er eisini, ið Naja ikki veit …

Hon kennir tað á sær, hon saknar uttan at vita, hvat tað er, henni leingist eftir. Men ein dag broytist alt. Naja finnur fyrsta leiðitráðin, ið førir hana á eina ferð inn í ein fjaldan heim av lygnum og loyndarmálum.

Um høvundin
Elin á Rógvi (f. 1976) er barnabókarithøvundur. Hon býr í Tórshavn og starvast á KVF, har hon ger barnatilfar. Elin hevur skrivað fleiri bøkur til børn í ymsum aldri. Elin á Rógvi fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins 2024 fyri Flytifuglar.

Fyriskipari: Rithøvundafelag Føroya