Loading Events
Nær
25. november 2026 kl. 18:30 - 20
Hvar
Býarbókasavnið

Bókmentir og binding

Bókmentir og binding er eitt afturvendandi tiltak á bókasavninum, har ymiskir rithøvundar ella onnur koma at lesa upp. Kemur tú at lurta, so kanst tú hava stokkarnar við. Tað skapar eitt heilt serligt huglag. Men øll eru hjartaliga vælkomin við ella uttan stokkar. 

Hetta kvøldið fara vit at hoyra Vónbjørt Vang lesa upp.