Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Gongufelagið

Túrar í 2026

ÆTLAN FYRI 2026

GG: Broytingar kunnu koma fyri, serliga vegna veðurlíkindi. Skuldi onkur einkultur spontanur túrur verðið settur aftrat í serliga góðum veðri, so verður hann lýstur á FB-síðuni “Gongufelagið í Havn (fyri limir)”.

Januar
  • Spákingartúr og vitjan í Kirkjustovu
  • Frá Sundshálsi móti Navarhorni, niðan aftur sf. Sundsá
  • Rógva undir Norðoyartunlinum og vitja í Ribarhúsi og Piddasahandli, Fuglafjørður
Februar
  • Bygdagøtan: Lamba – Rituvík
  • Úr Dali til Dalsskor og aftur
Mars
  • Niðan við Gøtugjógv, Elspugil, oman til Ánir
  • Rossafelli í Streymnesi
  • Undir Stiðjafjall til Stiðjakopparnar
Apríl
  • Urðin í Nólsoy
  • Áir, Hamragjógv og til Hósvíkar
  • Vaðhorn
  • Út í Raktanga og vitjan í Sjóvar Fornminnissavni
Mai
  • Borgin og Húsafelli í Fuglafirði
  • Millum Klettar, Kvívík
  • Lítlavatn og Stóravatn á Sandi
  • Prestfjall og Tempulsklettur í Suðri
  • Fransatoftir og Tjúkkurð, Hoyvík
Juni
  • Bygdagøtan Oyragjógv – Sørvágur
  • Villingadalsfjall og Enniberg
  • Kvøldartúrur: Kálvadalur nf. Leirvík
  • Familjutúrur runt Mjáuvøtn
  • Oyri, niðan við Breiðá og aftur
Juli
  • Kvøldartúr eftir gøtunum í Náttúrurlundini við Streymin
  • Gøtan frá Skælings bygd í Gjáarbotn og niðan á Skeiðsskarð
  • Suður á Nakk í Kunoy
  • Sjeyndir
  • Familjutúrur til tjarnir omanf. Velbastað
August
  • Útferð til Skúvoyar
  • Familjutúrur: Stígareynini og tjarnirnar har
  • Bygdagøtan: Fámjin – Hov
  • Borgin í Saksun
  • Eysturtindur í Vágum
Septembur
  • Tjørnunes, Nólsoy
  • Borgarfelli, omanf. Skála
  • Selatrað, Veðranes, Hagagjógv og aftur
  • Út í Skúvadal á Borðoynni
Oktobur
  • Bygdagøtan: Signabø – Kaldbak
  • Fyri Vestan
  • Frá Sandá niðan á Kongavarðar
Novembur
  • Túr fram við Eiðisvatni
  • Vitjan Gøtu Fornminnisfelag (gomlu húsini í Norðragøtu)
  • Eftirmetingarfundur
Desembur
  • Rundvísing á Glasir

Tá farið verður í hagan, eiga øll at minnast til:

  • at vera í góðum gonguskóm
  • at hava matpakka við og okkurt at drekka
  • at hava regnklæðir, troyggju, húgvu og vøttir í taskuni
  • at hundar verða ikki loyvdir, heldur ikki í bandi

Vit royna altíð at hava góðan atburð í haganum, ikki at órógva fuglalív ella seyðafylgi og ongantíð at lata rusk liggja eftir okkum, men heldur taka upp órudd, sum vit koma fram á.

Gongufelagið fer ongan túr, uttan fyrst at spyrja eigaran um loyvi at ganga ígjøgnum hansara haga, og vit eru takksom fyri ta vælvild, sum síðan byrjanina í 1993 hevur verið víst okkum í hesum sambandi.