Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Amalie Joensen (f. Müller) (1866-1944)

Í 1887 er hon millum tær fimm fyrstu kvinnur, ið taka prógv sum lærarinnur á Læraraskúlanum í Havn. Búði leingi í Grønlandi, har maðurin var kolonistjóri. Hevði í mong ár privatskúla í “Christinesminde” úti í Rættará. Var virkin í nevndini hjá Forngripafelagnum.

Amalia Joensen. Heimild: Tjóðsavnið

Amalia Joensen varð jarðað tann 5. mai 1944. Hon var millum fyrstu kvinnur, ið tóku prógv á Læraraskúlanum í Havn. Kvinnur fingu atgongd til skúlan í 1884, og fimm tær fyrstu tóku prógv í 1887. Amalia var tann einasta úr Havn.

Hon hevði í mong ár privatskúla í “Christinesminde“ úti í Rættará. Húsið hevði frammanundan verið bústaður hjá katólska prestinum, og katólska kirkjan hevði verið í einum útbygningi í húsinum. Í túninum stendur hvalakjálkabein. Tað er eitt minni um tíðina, ið hon og maðurin, Johan Carl Joensen (1857-1907), búðu í Grønlandi. Maðurin var kolonistjóri har og varð vanliga nevndur Grønlands-Johan.

Amalia gerst longu einkja í 1907 og fer árið eftir undir privatskúla. Millum næmingarnar var Eiden Müller, ið umrøðir hana í endurminningum sínum: “Hon hevði privatskúla í Christinesminde, og tað vóru lukkulig skúlaár. Hon kundi vera strong, men rættvís; eisini Ebbe bróðir gekk í skúla har í hægri klassa, og hon gjørdi ikki mannamun á børnum, hóast hon var abbadidda okkara.”

Amalia var dóttir H.C. Müller, sýslumann. Eins og systirin Petra var hon virkin í ymsum vælgerandi arbeiði. Systrarnar vóru m.a. virknar í nevnd Føroya forngripafelags saman við Elsu B. Debess (Lítlu Elsu) og Jóhannu í Dali. Hesar kvinnur fingu í 1946 i í blaðnum Fríu Føroyum heiðurin fyri:

“… at lutirnir har vóru so væl eftiransaðir – og tá serliga teir gomlu og so virðismiklu klædnalutir – er hesum kvinnum eina mest at takka fyri. Tær vardi um tey ta longu tíð, tá forngripafelagið ikki hevði goymslu; tær hjálpti til at savna inn peningin, ið gjørdi forngripafelagið til parteigara i húsinum, har Føroya forngripir nú eiga innivist.”

Tá á døgum vóru forngripirnir í loftshæddini í bókasavninum á Debesartrøð. Í 1935 var Amalia við á stovningarfundinum hjá Føroya Heimavirkisfelag. – Á ungum árum var hon millum tey leikandi, tá ið fyrsti sjónleikurin á føroyskum, Veðurføst, eftir Helenu Patursson varð framførdur á føstulávint 1889.

Heimildir:

Á 82-ára føðingardegi. Í: Fríu Føroyum. 27. februar, 1946. Tórshavn.

Føroya Fornminnissavn, søga og virksemi (lagt til rættis: Andras Mortensen). 2002. Tórshavn.

Føroyskt Heimavirki 40 ár. Í: Dagblaðnum 3. desember, 1975. Tórshavn.

Háberg, Petur. Hugbirtingar. 1981. Tórshavn.

Joensen, Amalie. Í: Dimmalætting 3. mai, 1944. Tórshavn.

Johannessen, Birgar. Havnin – fólk og yrki 1900-1939. 2007. Tórshavn.

Lützen, Chr. Úr søgu Læraraskúlans. Í: Skúlablaðnum oktober, 1945. Tórshavn.

Müller, Eiden. Minnislýsingar. 1981. Tórshavn. 

Simonsen, Malan. Bylgjurnar leika í trá. 1992. Tórshavn.