Andrea Árting & Fagnaðartræ
Andrea Árting var forkvinna i Havnar Arbeiðskvinnufelag, har hon virkaði nærum alla sína tíð. Somuleiðis var hon nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag stóran part av lívinum.
Hon stríddist fyri teimum, ið høvdu tað tungt, og sum forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag stríddist hon fyri javnrættindum millum menn og kvinnur. Andrea slóðaði fyri, at menn og kvinnur fingu somu løn fyri sama arbeiði. Hetta eydnaðist í 1977, og kom sáttmálin í gildi í 1981.
Eisini var tað Andrea, sum fekk í lag, at kvinnur sluppu at taka lut í ólavsøkukappróðrinum.
Andrea var ein býarmynd. Hon tosaði við øll – bæði børn og vaksin. Hon hevði viðmerkingar um tað, sum hendi í býnum og fregnaðist altíð við áhuga, tá hon kom framvið, har tiltøk vóru.
Hóast Andrea búi í Havn, so hava hennara avrik týdning fyri allar Føroyar. Andrea arbeiddi fyri at gera Havnina og Føroyar til eitt betri samfelag.
Standmyndin, ið berur navnið “Fagnaðartræ”, fagnar fyrst og fremst Andreu Árting, men eisini føroyskum kvinnum, sum heild; hon fagnar tí kvinnuliga í føroyska samfelagnum.
Sum navnið vísur á, ímyndar standmyndin eitt træ við 7 greinum, sum allar hvør í sær ímynda verkið og hugsjónirnar hjá Andreu Árting. Á fyrstu greinini ímynda bløðini hendur, sum vísa aftur á slagorðið hjá arbeiðararørsluni og hjá Andreu sjálvari. Á aðru greinini ímynda bløðini klippfiskar, ið sipa til tilveruna hjá Andreu sum fakfelagskvinna. Á triðju greinini síggja vit hjørtu, ið vísa til hennara brennandi hjarta fyri illa støddum børnum úr fátækum heimum. Á fjórðu greinini eru bløðini róðrarbátar, tí í 1918 skipaði Andrea fyri, at kvinnur sluppu at luttaka í kappróðri. Á fimtu greinini síggja vit tjóðfuglin, tí Andrea var tjóðskaparkvinna. Á sættu greinini er tónleikurin umboðaður við lambshornum. Andrea bæði spældi á ljóðføri og yrkti fleiri stríðssangir og arbeiðarasangir. Á sjeyndu og seinastu greinini ímynda bløðini einkrónur, ið vísa til árið 1977, tá javnløn millum kvinnur og menn loksins bleiv samtykt í Føroyum.
Og hvar er so Andrea Árting sjálv í øllum hesum? Jú setningurin um, at Andrea Árting, og kvinnan sum heild, eru bulurin í samfelagnum, gevur sera góða meining at nevna í dag. Undir trænum stendur Andrea so spøk, undir hatti, og bíðar eftir bussinum. Lágvaksin, men ein kempa innaní. Verkið og sakin framum alt, persónurin aftanfyri hjartagóð og lítillátin. Men eisini braneggja tá á stóð. Ein kvinna við eini sterkari rættvísiskenslu.
At staðsetingin er beint við har, sum býbussurin steðgar í miðbýnum, telur eisini við. Ein fólksins kvinna, ikki ov fín til at taka bussin.
Skrivað við íblástri úr røðum hjá Edwardi Fuglø og Heðini Mortensen tann 22. september 2024
Myndir: Ólavur Frederiksen, Faroephoto