Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Anne Sophie Danielsen (f. Larsen) (1858-1934)

Heimadoktari, sum mong vendu ser til. Hjálpti stórum tali av fólki. Fekk sum ung stóran ans fyri føroyskum grøðiplantum. Skar svullir og dugdi at grøða bæði blóðeitran og kolubrand.

Anna Sofíe Danielsen og børnini Lisa og Johan. Heimild: Tjóðsavnið

“”Frú Danielsen er deyð!”

Tað vóru orðini, ið tíðliga hósmorgunin gingu munn av munni her í Havn.

“Frú Danielsen”, tað var nokk, øll kendu hana, eingin spurdi: “Hvør er tað?” Og at hon var kend – og væl kend – og vird, sást av øllum teim fløggunum, ið longu tíðliga á degi vórðu drigin á hálva stong.”

Soleiðis byrja minningarorðini um Onnu Sofíu í Tingakrossi tann 30. mai 1934. Ráðini millum fólk høvdu leingi verið “Far til frú Danielsen”. Hon virkaði sum heimadoktari, og fólk fóru til hennara við sjúkum av sera ymsum slag. Hon hjálpti fólki í hundraðtali. Minningarorðini í Tingakrossi umrøða hennara serligu gávur:

“Hvussu mangan ringan svullin hevur hon ikki grøtt, hvussu mangan ringan skurðin hevur hon ikki havt undir hondum, og fingið grøddan. – Hvussu mangur hevur ikki hjá henni fingið hjálp fyri blóðforgift. – og hvussu mangur hevur ikki henni at takka fyri at liva við øllum limum heilum. – Og so allar aðrar sjúkur og veikleikar hon visti ráð fyri.”

Hon er grivin nærindis faðirinum, Johan Larsen (1831-1890). Í endurminningunum eftir gomlu frú Evensen úr Havn verður greitt frá, at faðir Onnu Sofíu eisini var heimadoktari:

“Da Fruen var Barn, lurede hun udenfor Faderens Dør, naar han havde Patienter, for at opfange Raad. Saadan interesserede hun sig allerede dengang for det. Senere læste hun i gamle Bøger og Opskrifter, samlede Urter og kogte dem og havde altid nogle Krukker staaende med noget i. Hendes højeste ønske var blot at kunne hjælpe sine Medmennesker.”

Undir liðini á henni liggur maðurin, C.C. Danielsen (1849-1935), grivin. Hann gjørdist sparikassastjóri í 1911 og røkti sessin sum postmeistari 1908-1917. Hinumegin Onnu Sofíu liggja tvey ommubørn grivin.

Heimildir:

Anna Evensen “Fra Færøerne” (maskinskrivað handrit).

Christian Cornelius Danielsen. F. 27 Septbr. 1847, d. 14. Juni 1935. Í: Dagblaðnum 22. juni, 1935. Tórshavn.

Háberg, Hjørdis. Minnisbrot. 2006. Viborg.

Rasmussen, Joen A. Anna Sofie Danielsen f. Larsen. Fødd 17. august 1858 Deyð 24. mai 1934. Í: Tingakrossi 30. mai, 1934. Tórshavn.

Suðuroyar kirkjubók. Fødd gentubørn 1858, bls. 210.