
Atkomumøguleikar
Ósjónlig brek
Í Havn ynskja vit, at øll skulu kenna seg vælkomin og sædd. Fleiri virki og stovnar hava valt at gerast partur av Hidden Disabilities Sunflower-átakinum – ein verkætlan, sum fremur fatan og stuðul til fólk við brekum, sjúkum ella varandi heilsutrupulleikum, sum ikki altíð eru sjónlig beinanvegin.
Við at bera sólblómu-merkið vísir tú teimum rundan um teg, at tú møguligani hevur tørv á eyka stuðli, fatan ella bara eitt sindur meira tíð. Virki og stovnar, sum eru við í Hidden Disabilities Sunflower-netverkinum, hava starvsfólk, ið øll hava fingið undirvísing í, hvussu tey veita røttu hjálpina og stuðulin.
Her í Havn eru vit errin av, at talið av virkjum í Hidden Disabilities Sunflower-netverkinum alsamt veksur – sí tey niðanfyri.
Psst… Vilt tú hava eitt sólblómu-band áðrenn tú kemur til Havnar? Tú kanst fáa tað frá bæði Atlantic Airways og Smyril Line.
Likamligt brek
At vitja Havn við rørslutarnið bjóðar á nógvar møguleikar, tí fleiri og fleiri støð verða gjørd meir atkomulig fyri fólk í koyristóli og øðrum rørslutarnið. Talið av atkomuligum støðum veksur støðugt.
Býarbussarnir hava serlig pláss til fólk við rørslutarni. Bydgaleiðirnar hava ikki hesa skipanina enn, men royndir verða áhaldandi gjørdar fyri at betra um atkomumøguleikarnar.
Nógvar gøtur og almennir bygningar hava nú bæði rampur og lyftir, og fleiri øki verða nú dagførd, so tey lúka nútímans krøv til atkomu. Hóast nakað er eftir at gera, hava nógv ferðamál og matstøð í Havn tikið stig til at gerast meira inkluderandi.
Við at fyrireika teg frammanundan og kanna, hvørjir møguleikar eru á júst teimum støðum tú ætlar at vitja, kanst tú tryggja tær eina smidliga og góða vitjan.
Niðanfyri finnur tú eitt yvirlit yvir virki og stovnar í Havn og teirra atkomumøguleikar.
*GG: Hetta skjalið er frá desember 2019. Ein dagførd útgáva verður klár at útgeva í 2025.