
Closed For Maintenance
Árliga ferðavinnuátakið Closed for Maintenance er byrjað, og sjálvboðin úr 25 londum eru komin at arbeiða saman við føroyingum kring landið.
Vit hjá Visit Tórshavn hava verið ein virkin lokalur samstarvspartnari hvørt ár síðan átakið byrjaði.
Í hesum verkætlanum arbeiða vit tætt saman við jarðareigarum, fyri at hjálpa til við at umvæla og varðveita bygdagøtur og onnur støð, ið hava tørv á røkt. Arbeiðið verður framt við stuðli frá bæði føroyskum sjálvbodnum og ferðafólki – ið vit kallað voluntourists á enskum.
Niðanfyri sært tú Closed for Maintenance 2025 verkætlanirnar í Tórshavnar kommunu.
Tórshavn – Kirkjubø
Verkætlanin er á gøtuni millum Tórshavn og Kirkjubø, ið er mest vitjaða bygdagøta í Føroyum. Visit Tórshavn samskipar arbeiðið, saman við bæði útlendingum og føroyingum.
Saman við royndum arbeiðsfólki verður bøtt um gøtuna og miðjað eftir at varðveita søguliga leiðina í upprunadámi.






Closed for Maintenance – 23.-24. Apríl 2021
Myndir: Klara Johannesen / @klarajohannesen
Borðan (Nólsoy)
Í Nólsoy verður hildið fram við at bøta um vælvitjaðu gøtuna út á Borðuna.
Millum annað er tørvur á at drena lendið og at merkja gøtuna.






Closed for Maintenance – 23.-24. apríl 2021
Myndir: Klara Johannesen / @klarajohannesen
Koltur
í Koltri fara fólk frá Tjóðsavninum saman við sjálvbodnum at endurskapa søguliga Eiðisdammin og at umvæla gøtur.



