Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Dronuflúgving í Føroyum

Dronuflúgving hevur av álvara vundið uppá seg í seinastuni. Talan er serliga um myndafólk, journalistar og ávirkarar (en. influencers). Dronuflúgving hevur tó ávísar skyldur við sær, harav summar eru lógligar og aðrar eru moralskar. Skilagóð kunning hevur alstóran týdning fyri at forða ferðafólki í at fremja lógarbrot av óvart. Ólóglig dronuflúgving kann geva bøtur áljóðandi 5000 kr.

Í sambandi við føroyska dronulóggávu, so hava tvey skjalasøvn størstan týdning anno 2025:

Vit mæla staðiliga til, at einhvør, ið ætlar sær at flúgva dronu í Føroyum, lesur bæði skjalasøvnini gjølla, áðrenn viðkomandi flýgur við dronu.

Dronuloyvi

Í skrivandi løtu (t.e., juli 2025) er støðan tann, at dronur, ið viga meira enn 250g, krevja dronuloyvi frá einum EASA-landi. Slíkt dronuloyvi fæst ikki í Føroyum, men kan útvegast í Danmark ella øðrum EASA-londum.

Dronur, ið viga minni enn 250g, krevja ikki dronuloyvi í skrivandi løtu. Tó fevna allar tær vanligu dronureglurnar framvegis um hesar dronurnar.

Skráseting sum dronuánari

Tey, sum eiga dronu í Danmark ella Føroyum, skulu skrásetast sum dronuánarar, um talan er um dronu, ið vigar 250g ella meira. Tað sama er galdandi, um dronan vigar minni enn 250g, men hevur sensor (t.d. kamera ella termometur). Tey, sum eiga dronu, ið verður marknaðarførd sum leika, noyðast ikki at skrásetast sum dronuánari. Um dronuánari longu er skrásettur í einum ES-landi, so noyðist viðkomandi ikki at skrásetast av nýggjum fyri at flúgva í Føroyum. Eftir skráseting, so skal dronuánarin merkja dronu sína við sínum dronuánaratali. Dronuánari hevur m.a. skyldu at tryggja dronur sínar. Eisini liggur tað á dronuánaranum at føra hóskandi loggbók fyri alt dronuvirksemi.

Góð ráð til dronupilotin

Tá ein flýgur við dronu, so eigur viðkomandi altíð at virða fuglalívið, djóralívið og privatlívið á staðnum. Av tí, at illveður kann koma óvart á ein í Føroyum, so mæla vit til at kanna veðurvánirnar, áðrenn farið verður frá húsum. Harumframt er umráðandi at hava sterka útgerð, sum tolir eitt sindur av illveðri.

Áheitan um at steðga dronuflúgving úti á Reyni í Havn

Hetta er ein áheitan um at virða privatlívið hjá teimum, ið búgva úti á Reyni. Í seinastuni hava fleiri dronur nevniliga flogið í høvuðsstaðnum, og tí minna vit á, at tað er bannað at flúgva við dronu innanfyri 150 metrar frá bygdum øki ella høvuðsvegi. 

Samanumtøka av dronureglum

Ein dronupilotur við einum A1/A3-dronuprógvi (ella uttan dronuprógv) kann einans flúgva dronu í Føroyum, um viðkomandi lýkur allar hesar treytirnar, umframt fleiri:

  • Dronur MUGU IKKI flúgvast tættari enn 150 metrar frá bygdum øki. Hetta fevnir bæði um bygd og bý.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast tættari enn 150 metrar frá vegi, hvørs hámarksferð er omanfyri 70 km/t.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast tættari enn 5 kilometrar við Vága floghavni (FAE). (Hetta merkir, at tað ikki er loyvt at flúgva omanfyri Trælanípuna og Bøsdalafoss.)
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast tættari enn 2 kilometrar við nakran tyrlupall.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast omanfyri privat øki við girðing (t.d. við garði) uttan greitt loyvi frá jarðareigaranum.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast tættari enn 5 metrar við ein bústað uttan greitt loyvi frá eigaranum.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast omanfyri grindadráp ella tættari enn 150 metrar við fiskiveiðueftirlit.
  • Dronur MUGU IKKI flúgvast hægri enn 120 metrar frá jørðini, tó undantikið um flogið verður omanfyri manngjørdari konstruktión (t.d. vindmyllu), sum er hægri enn 120 metrar, við loyvi frá eigaranum. Tá kann dronan flúgva upp til 15 metrar omanfyri konstruktiónini.
  • Dronuánarin HEVUR SKYLDU at tryggja sínar dronur á hóskandi hátt.
  • Dronuánarin HEVUR SKYLDU at føra hóskandi loggbók fyri alt dronuvirksemi.

Ein fullkomin listi av lógum fyri dronuflúgving í Føroyum sæst her og her.

Gevið gætur: Hendan greinin er skrivað við støði í heimasíðuni hjá Trafikstyrelen, og talan er ikki um løgfrøðilig ráð. Lesarin verður biðin um at eftirkanna umráðandi vitan hjá viðkomandi myndugleika.