Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Dronuflúgving

Flýgur tú ólógliga við dronu, kanst tú fáa bót á 5.000 kr.

Tá ið tú flýgur við dronu eigur tú at virða fuglalívið, djóralívið og privatlívið hjá fólki á staðnum. Í Føroyum kann óveður ofta koma óvart á, so tað er altíð gott at hava góða útgerð – og minst sjálvandi eisini til at kanna veðrið, áðrenn tú fert av húsum. Reglugerðin á hesum øki virkar sbrt. danska Trafikstyrelsen (tí danska ferðsluráðnum). Fyri nærri kunning um dronuflúgving kanst tú vitja heimasíðu teirra, ella lesa Dronebekendtgørelsen.

Kelda: Føroya Politi // Visit Faroe Islands

Áheitan um at steðga dronuflúgving úti á Reyni í Havn

Hetta er ein áheitan um at virða privatlívið hjá fólki, ið búgva úti á Reyni. Í seinastuni eru fleiri og fleiri dronur at síggja í høvuðsstaðnum, og tí er hetta ein áminning um, at tað einans er loyvt at flúgva við dronu 150 m burtur frá bygdum øki.  

Tú kanst flúgva dronu, um tú lýkur ALLAR hesar treytir:

  • Tað er einans loyvt at flúgva við dronu 150 m burtur frá bygdum øki – bæði bygd og býi.
  • Tað er bannað at flúgva við dronu innan fyri 150 m frá nøkrum høvuðsvegi.
  • kanst ikki flúgva við dronu innan fyri ein radius á 5 km frá flogvøllinum í Vágum. Hetta fevnir sostatt bæði um Trælanípuna og Bøsdalafoss.
  • Dronuflúgving er bannað oman fyri summarhús ella tjaldingarøki, har ið fleiri enn 8 fólk eru saman – so sum á festivali.
  • Dronan skal ikki flúgva hægri enn 100 m frá jørðini. 
  • skalt tryggja tína dronu.