Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða

Earth Hour 2025

Earth Hour í Tórshavnar Kommunu

Jarðartímin, Earth Hour, verður hildin leygarkvøldið 22. mars kl. 20.30.
Hendan tíman, har vit varpa ljós á veðurlagsbroytingar og umhvørvi, verða øll almenn ljós í kommununi sløkt.
Tú kanst eisini luttaka við at sløkkja ljósið og nýta henda tíman at gera okkurt, sum ger mun fyri okkum og okkara náttúru.

Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars, og er sostatt fyrsta kommunan í Føroyum, sum tók undir við átakinum.

Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at tosa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.

Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta málið hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál.

Earth Hour 2025 tiltakið

Kristianna Winter Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevndini, setur Earth Hour 2025 á tiltaki í Hoydølum, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri. Umframt sjálva setanina fara Jensia Brodersen og Róa Midjord frá Náttúruterapi at greiða frá, hvussu vit kunnu nýta náttúruna sum sálar- og heilsubót. Luttakararnir sleppa at taka lut og uppliva virknaðin av náttúruterapiini.

Aftaná túrin bjóða skótanir bollar og kakao. Vit savnast kring bálstaðin og taka samanum. Ljósini tendrast aftur og farið verður hvør til sítt. Havið egnan kopp við!

Tiltakið er ókeypis, men tað er neyðugt at melda seg til niðanfyri – avmarkað atgongd.

Her eru sjey uppskot frá Earth Hour, hvussu vit kunnu nýta Jarðartíman:

  1. Fá samband við náttúruna. Far út í myrkrið, hav lummalykt við. Steðga á og sløkk. Gev tær far um tað, tú hóast alt sær og hoyrir.
  2. Matgerð saman við familju ella vinum. Nýt lokalar og burðardyggar rávørur. Royn at gera eina máltíð, har onki fer til spillis.
  3. Njót samanhaldið við tínum nærmastu. Spælið eitt spæl, prátið. Ring kanska til onkran, tú ikki hevur tosað við leingi, og bið tey halda Earth Hour saman við tær.
  4. Fá tær vitan. Les góð ráð um burðardygd.
  5. Ver við í lokalsamfelagnum. Far til eitt Earth Hour tiltak! Ella far uppí ein felagsskap, sum ruddar ella á annan hátt bøtir um umhvørvið.
  6. Ver virkin. Renn ella súkkla ein kvøldartúr, ven, ger okkurt eyka fyri kropp og heilsu.
  7. Finn listagávurnar fram. Skapa eitt ljósverk í myrkrinum.

Øll kunnu gera mun. Eisini tú!