
Ebba Müller
Ebba Müller (f. Zahle) (1891-1967)
Reiðari og vinnulívskvinna. Rak reiðaravirksemið eftir mannin Hans Christopher Müller. Sat í 10 ár sum forkvinna í Reiðarafelagnum. Fekk riddarakrossin í 1954. Gjørdi nógv vælgerandi arbeiði.
Ebba Müller avmyndað av Svend Poulsen (Bambus). Heimild: Tjóðsavnið

Ebba Müller, reiðari, doyði á sjúkrahúsinum í Havn 76 ára gomul í 1967. Hon varð jarðað undir liðini á manninum, Hans Christopher Müller, yvirrættarsakførara. Ebba varð fødd í Silkeborg, men búði seinni í Keypmannahavn. Hon gekk m.a í tí kenda skúlanum hjá Nathalie Zahle. Hon fór seinni undir banka- og handilsútbúgving og býr eitt stutt skifti hjá pápabeiggjanum, Carl Th. Zahle, politikara, men er noydd at flyta á pensjónat, tá ið hann fær embæti í Stege.
Hon býr á pensjónati á Gammel Kongevej, tá ið hon hittir komandi mann sín, ið var niðri undir hægri lestri. Ebba hevði starvast 7 ár í Privatbanken í Keypmannahavn, tá ið tey verða gift í Slagelse í 1916. Hjúnini flyta til Havnar, har hon gerst húsmóðir. Maðurin tekur yvir reiðaravirksemið eftir faðirin og eisini umboðanina fyri DFDS, ið Müller-ættin hevði havt síðani 1866. Tá ið Ebba brádliga gerst einkja í 1925, tekur hon eftir áheitan yvir hetta virksemið.
Ebba er m.a. nevndarlimur í Føroya Fiskaeksporti og forkvinna í Reiðarafelagnum. Sonurin Eiden Müller endurgevur Ebbu í bókini “Minnislýsingar”, har hon greiðir frá, hvussu hetta kom í lag: “Færøernes Rederiforening viste mig den tillid at gøre mig til foreningens formand, hvad der under hensyn til både at jeg var kvinde og ikke færing, stadig står for mig som en stor ære. Jeg var formand i 10 år.”
Tað skilst í minningarorðunum í Dimmalætting tann 28. oktober 1967, at stóri áhugi hennara er vælgerandi arbeiði: “Fru Ebba Müllers hjertebarn var dog Thorshavns asylforening til hjælp for trængende børnerige familier i byen. Denne forening var fra begyndelsen hendes egen idé, og det var hendes brændende ønske til det sidste, at denne forening maate overleve hende”
Í 1935 stovnaði hon saman við øðrum Føroya Heimavirkisfelag. Hon var formaður í felagnum, tá ið hon doyði. Í 1954 fær hon riddarakrossin.
Heimildir:
Djurhuus, K. Ebba Müller. Í: Dimmalætting 31. oktober, 1967. Tórshavn.
Fru Ebba Müller død. Í: Dimmalætting 28. oktober, 1967. Tórshavn.
Jacobsen, Randi: Ebba Müller i Dansk Kvindebiografisk Leksikon på lex.dk. Hentet 30. oktober 2024 fra https://kvindebiografiskleksikon.lex.dk/Ebba_Muller.
Müller, Eiden. Minnislýsingar. 1981. Tórshavn.
Vinur. Frú Ebba Müller farin. Í: Sosialinum 1. november, 1967. Tórshavn.