Enok Daniel Bærentsen (1831-1900)
Keypmaður og politikari. Telist millum fremstu politikarar í 1800-talinum. Sat tilsamans 24 ár á løgtingi og eitt ár á fólkatingi. Hann var millum stigtakararnar til jólafundin í 1888. Hann var faðir at Christiani Bærentsen, amtmanni.
Enokur Bærentsen, keypmaður, fór til gravar tann 22. august í ár 1900. Hann doyði 69 ára gamal eftir styttri sjúkulegu. Í minningarorðunum í Føringatíðindum tann 23. august verður hann umrøddur sum: “ein íðin politikari, fúsir og ágrýtin fyri hvørjari sak, sum hann vildi fremja.” Hann telist millum fremstu politikarar hetta tíðarskeiðið og sat tilsamans nógv ár í løgtinginum. Sum løgtingslimur er hann virkin í kjakinum um traðamálið og er í 1893 við til at samtykkja “Forslag til Lov om Afhændelse af Trøer fra Statens Fæstegods paa Færøerne”. Í 1857 sat hann á fólkatingi.
Enokur var kongsbóndasonur av Sundi, men var leingi keypmaður í Havn. Hann hevði lært handilsskap í Keypmannahavn og fær handilsloyvi stutt eftir fríhandilin. Seinni rekur hann væl umtókta dansistovu í Bringsnagøtu. Bæði handilin og dansistovan vóru í sethúsunum hjá Enoki sjálvum í Bringsnagøtu, t.e. í “Bærentsens húsum”, sum húsini vanliga vórðu rópt. Carolina Heinesen úr Havn umrøðir Bringsnagøtu og virksemið har í endurminningum sínum: “Det var dengang et livligt strøg, da Bringsnagøta var hovedgaden, alle kirkegængere måtte passere forbi, og der var flere forretninger der i nærheden, senere kom der apotek og Bærentsens meget søgte danselokale.”
Enokur hevði ymsar almennar sessir, eitt nú sat hann 14 ár í skúlastýrinum, gjørdist kassameistari hjá kirkjukassanum í 1864 og sat 13 ár sum limir í Borgerrepræsentationen, sum býráðið nevndist tá á døgum. Í 1888 var hann harumframt millum teir, sum bjóðaðu til jólafundin í 1888. Í 1894 gjørdist hann blaðstjóri á Dimmalætting. Enokur var faðir at Christiani Bærentsen, sum gjørdist amtmaður í 1897.
Heimildir:
Dødsfald. Í: Dimmalætting 25. august, 1900. Tórshavn.
E. D. Bærentsen. Í: Føringatíðindum 23. august, 1900. Tórshavn.
Fortegnelse over de i henhold til Lov af 21de Marts 1855 udstedte Antagelsesbreve til at etablere Handel 1856-1881, bls. 3.
Løgtingstíðindi 1893. 1893. Tórshavn.
Memoirer efter Caroline Heinesen, f. 1873 (óprentað handrit).
Nolsøe, Jens Pauli A. & Jespersen, Kári. Havnar søga IV. 2009. Tórshavn.
Suðurstreymoyar kirkjubók. Deyðir menn, bls. 145.