Loading Events
Nær
01. mai 2026 kl. 14 - 14:01
Hvar
Trappan í Vágsbotni
Prísur
Ókeypis atgongd

1. mai dagshald

Aftur í ár er hetta eitt høvi hjá verkafólki, og teimum, ið leggja í viðurskiftini hjá verkafólki, at savnast til røður, skrúðgongu, hornblástur, mergjaðan tónleik og góða samveru við samsint. 
Í ár eru tað Paul Kjartan Matras, goymslumaður,  Heðin Mortensen, býráðspolitikari og nýggja forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Elin Kamilla Sørensen, ið halda røður. 
Eyðun Nolsøe kemur við sínum gittara og lagaskjáttu, ið er á tremur við nøkrum av bestu føroysku løgunum yvirhøvir, og Havnar Hornokestur tryggjar, at øll vita, at hetta er fyrsti mai. 
Eftir løtuna í Vágsbotni verður kaffi í Reinsarínum. 
Nú samráðingar eru á privata arbeiðsmarknaðinum, er hetta somuleiðis eitt gylt høvi hjá verkafólki at hittast og standa saman. 
Seinastu samráðingar endaðu sum øllum kunnugt í einum verkfalli, ið vísti okkum øllum, týdningin av verkafólki, og  hvussu stóran leiklut tey hava í okkara  gerandisdegi.
Tá verkafólk standa saman er samlaða styrkin nóg stór, til at hon kann skapa broytingar. Hvønn fyrsta mai, savnast vit fyri at minna okkum sjálvi á hetta.