Loading Events
Nær
15. november 2025 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið

100 ár við Føroya Arbeiðarafelag

Høli: Skálin
Longd: 45 min.

Føroya Arbeiðarafelag verður 100 ár, og ljós verður varpað á dagin við nýggjum bókaverki um søgu felagsins. Á bókadøgunum fært tú høvi at hoyra um eina søgu, sum er merkt av stórum stríði, samanhaldi og broytingum.

Søgan verður søgd frá tí, at felagið varð stovnað, til dagin í dag. Hon lýsir bardagarnar, samráðingarnar og verkføllini fyri betri korum, rættindum og lønum hjá føroysku arbeiðarafjøldini.

Arbeiðararørslan hevur vunnið stórar sigrar og hevur tryggjað føroyska løntakaranum persónligt frælsi. Mangan hevur tó innanhýsis stríð og partapolitikkur havt stórar avbjóðingar við sær fyri felagsskapin og samanhaldið, sum í nøkrum førum er syndrað.

Bert eitt ár er farið, síðani stórt arbeiðaraverkfall legði landið lamið, og tað prógvaði, at arbeiðararørslan – harav Føroya Arbeiðarafelag er hitt størsta og máttmiklasta felagið – enn einaferð prógvaði sítt samfelagsvirði.

Eitt hugvekjandi innlit í eitt áhaldandi stríð fyri rættvísi, um styrkina í skipaðum felagsskapi, og hvussu stríðið fyri arbeiðaranna rættindum áhaldandi hevur sett sín dám á, hvussu samfelag okkara hevur ment seg.

Helgi Eidesgaard (f. 1985) er ­søgu­frøð­ing­ur við áhuga fyri før­oysk­­ari arbeiðararørslu og -søgu. Gav í 2017 út bókina Til ­arbeiðis! Lív ella deyð! um fyrstu 100 ár Havnar Arbeiðaraf­elags. Síðani 2019 hevur hann undirvíst í søgu og ment­an­ar­fatan á Glasi.

Fyriskipari: Sprotin.