Fyri bara fáum árum var tað eisini púra óhugsandi, at kvinnur stillaðu seg fram við navni at fortelja, at tær hava valt eina abort. Kortini hava vit sæð alsamt fleiri kvinnur bróta tøgnina og greiða frá teirra søgum. Fleiri greiða frá um stigmatisering um abort, og hetta ynskja vit at varpa ljós á.
Tískil hava vit boðið Drós Ákadóttir at hava eina framløgu um masterritgerð sína um abortstigma í einum føroyskum høpi. Drós hevur lisið sálarfrøði á Aarhus Universitet.