Loading Events
Nær
14. mars 2026 kl. 19 - 19:01
Hvar
LGBT+ Føroyar
Prísur
Ókeypis atgongd

Aðalfundur hjá LGBT+ Føroyum

🏳️‍🌈Aðalfundur leygarkvøldið 14. mars🏳️‍🌈

Aðalfundurin hjá LGBT+ Føroyum verður leygarkvøldið 14. mars kl. 19 í okkara høli í Tórsgøtu 16.

Øll eru vælkomin á aðalfundin.
Skrá samband viðtøkum felagsins.

Aftan á aðalfundin verður opið hús og hugni fyri LGBT+’arar. Vit bjóða okkurt gott at drekka og okkurt lætt til matna.

Vit hava brúk fyri góðum fólki í nevndini, so hevur tú hug at gerast partur av nevndararbeiðinum í LGBT+ Føroyum, so frætta vit fegin frá tær. Send okkum eini boð á Facebook, Instagram ella á lgbt@lgbt.fo.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi eina viku áðrenn fundin.

Fundarskrá:
1. Val av orðstýrara
2. Ársfrágreiðing
3. Roknskapur verður lagdur fram
4. Innkomin mál
5. Val av nevndarlimum
6. Ymiskt