Loading Events
Nær
10. oktober 2025 kl. 20 - 20:01
Hvar
Kantinan á Námsvísindadeildini
Prísur
Ókeypis atgongd

Aðalfundur og setursbarr

Skráin fyri kvøldið:
kl 19:00 Pitsa og drekka
kl 19:30 Aðalfundur
kl 20:30 Lutakast við gávukort upp á 500 kr frá SMS
(trekt verður í millum tey, ið møta til aðalfundin)
kl. 21:00 Setursbarr fyri øll lesandi.

Aðalfundurin. RTL umboðar øll lesandi á Setrinum – mótvegis leiðslu, myndugleikum og í arbeiðinum at styrkja um lestrarumhvørvið.

Skráin fyri aðalfundin:
• Val av orðstýrara og skrivara
• Ársfrágreiðing
• Fíggjarstøða
• Nevndarval
• Innkomin uppskot
• Ymiskt

Val í Stýrið fyri Setrið. Á aðalfundinum verður eisini val í Stýrið fyri Setrið. Valt verður bæði umboð til stýrislim og vara-stýrislim.
Hetta gevur tær møguleika at hava beinleiðis ávirkan á lestrarumhvørvið og menningina av Setrinum!

Fyrsta Setursbarr í skúlaárinum!
21:30 – Pubquiz
22:30 – Beer-pong, borðspøl, ella hvat fólk hava hug til.
G.G Minnist til reiðan pening.

Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld saman við tykkum øllum