Loading Events
Nær
25. januar 2026 kl. 15 - 15:01
Hvar
Norðurlandahúsið
Prísur
DKK 75 – 550

Addeq & Jákup Tórgarð Trio (GL/FO) – VETRARJAZZ 2026

Fólkatónleikarar úr Føroyum, har ímillum Kristian Blak, luttóku í 1987 í vígsluni av norðurlendska stovninum NAPA. Føroyingarnar framførdu í Eysturgrønlandi, og fingu gott samband við trummudansarin Anda Kuitse, úr bygdini Kulusuk.
Seinni fór Kristian aftur til Eysturgrønlands og framførdi tónleik við íblástri úr lívinum og umhvørvinum hjá Anda. Árið eftir innspældu Anda og Kristian hendan tónleikin í Føroyum, saman við sámiskum, afrikanskum og svenskum tónleikarum. Heitið á plátuni varð "Addeq" – grønlendska navnið á fuglinum, sum á føroyskum eitur ógvella.
Nú í 2026 framføra vit Addeq við Miké Thomsen. Anda Kuitse lærdi hann sjálvur upp í eysturgrønlendskum trummudansi. Miké hevur spælt við Yggdrasil, Resterne af Rigsfællesskabet og fleiri bólkum her í Føroyum.
Miké, sum er uppvaksin í Ilulissat, er bæði sjónleikari, dansari, umframt tónleikari og fer, til hetta høvið, at framføra tónleik úr Addeq afturat øðrum tónleiki hjá upprunafólki, saman við Kristiani, Angeliku, Heðini og Mikael.

  • Miké Thomsen (sang, trummur)
  • Angelika Hansen (violin)
  • Heðin Ziska Davidsen (gittar)
  • Kristian Blak (klaver)
  • Mikael Blak (bass)

 

Nýggja og spennandi jazz trio hjá Jákupi Tórgarð framførir á Norðurlandahúsinum sunnudagin, 25 januar. Tónleikurin er ein frísk og virtuos blanding av modernaðum jazzi og klassiskari impressionismu.
Bólkurin framførdi fyri fyrstu ferð á summartónum 2025 á Norðurlandahúsinum og listasavninum á Sandi.

  • Jákup Tórgarð (tagentleikari)
  • James Goodwin (slagverk)
  • Torleik Mortensen (bass)

 

Keyp JazzPazz á blabar.fo