Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
28. juli 2025 kl. 17 - 18
Hvar
Tjóðpallur Føroya
Prísur
DKK 150

Ævintýraferðin á Ólavsøku – Romeo og Julia

Hesa Ólavsvökuna ber til at uppliva teir báðar Dánjal og Búa á Tjóðpalli Føroya, har teir fara at siga børnum frá tí snedigu, stuttligu og syrgiligu søgu, um tað alt í verðini for forelskaða parið, Romeo og Juliu. 

Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, fara Dánjal og Búi at geva børnum á Ólavsvöku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið Villiam Ristispjót (William Shakespeare á enskum) hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins snedigu, stuttligu og syrgiligu skaldaverk.

Rørandi søgan um Romeo og Juliu er uttan iva kendasta kærleikssøga nakrantíð. Tvey ung forelska seg í hvørjum øðrum, men familjur teirra eru arvafíggindar. Vit fylgja teirra stríði fyri kærleikanum – fylt av spentum løtum og stórum kenslum! Sum tá Julia, við kærleika og sorg í hjartanum, rópar: “Á, Romeo, Romeo, sig, hví ert tú Romeo?” Ein klassisk søga, sum fer at fáa teg at flenna, rodna, ötast, siga “uh!” ella “ah!” ella “oh!” og kanska eisini fella eitt tár.

Kom oman á Tjóðpall Föroya á Ólavsvöku!

“Tað sermerkta við “Ævintýraferðini” er, at teir báðir leggja upp til hugflogið hjá tí einstaka barninum og tvinna avbjóðandi, ævintýrkendar hendingar uppí. Ævintýraferðin er ein væleydnað og upplivingarrík verkætlan, ið hevur tikið børnini á bóli.”

 – Heðin Mortensen, fyrrverandi Borgarstjóri, um Ævintýraferðina, tá hon vann M.A. Jacobsens Barnabókaheiðurslönina.