

Aldubáran 30 ár – Hátíðarhaldskonsert
30 ára hátíðarhald hjá Aldubáruni
Fyri 30 árum síðani var tónleikabólkurin Aldubáran stovnaður. 7 ungir tónleikarar, ið tá allir vóru spjaddir kring heimin, stovnaðu bólkin. Endamálið var – og er framvegis, at spæla tónleik á hægsta stigi, og eggja tónaskøldum at skriva nýggjan tónleik. Hesi seinastu trý áratíggjuni hevur bólkurin arbeitt við at bíleggja, skapa og framføra serliga nýggjan føroyskan tónleik, umframt at framføra kamar- og samtíðartónleik í Føroyum og uttanlands.
18. oktober bjóðar Aldubáran føðingardagskonsert við fullari manning, og fer á konsertini at framføra spildurnýggjan tónleik, skrivaður av blaðungum tónaskøldum. Flestu teirra vóru ikki fødd, tá ið Aldubáran var sett á stovn fyri 30 árum síðani. Ungu tónaskøldini, hvørs verk verða framførd á konsertini, eru:
Tóra Bogadóttir,
Ásgerð Stenberg Olsen,
Alvi Joensen,
Eli Tausen á Lava,
Bjarni Blaasvær,
Mikkjal Davidsen,
Andras Atlason,
Ólavur Eyðunsson Gaard
Konsertin verður nakað heilt serligt, og gleða vit okkum at síggja tykkum í Hátuni á Musikkskúlanum leygarkvøldið 18. oktober kl. 19.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.
Tónleikarar:
Bernharður Wilkinson, dirigentur
Aksel Remmel, klaver
Ólavur Jakobsen, gittar
Jón Festirstein, violin
Øssur Bæk, violin
Angelika Hansen, violin/viola
Birita Dam, viola
Kristina á Váli, sello
Andreas Restorff, sello
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Anna Klett, klarinett
Kristina Thede, saksofon
Joost Bosdijk, fagott
Ólavur Olsen, trompet
Johan Hentze, trompet
Páll Sólstein, horn
Maria Wang Reinert, trombon