Er frí og jøvn atgongd til øll størv fyri øll fólk?
Helene Pristed Nielsen, granskari og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya fer at hava almennan gestafyrilestur í Kongshøll á Vestaru Bryggju um kyn, yrkisval og flytføri í oyggjasamfeløgum.
Er tað til dømis torførari fyri ein mann at velja at gerast sjúkrarøktarfrøðingur enn fyri eina kvinnu at gera tænastu í herinum?
Hvussu ávirka okkara hugmyndir um “ordiligar menn“ og “ordiligar kvinnur“, hvørjar útbúgvingar, størv og starvsleiðir tykjast atkomuligar fyri menn og kvinnur?
Og hvussu hongur alt hetta saman við landafrøði, flytføri og fleksibiliteti á arbeiðsmarknaðinum?
Helene Pristed Nielsen fer at leggja fram niðurstøður og geva okkum innlit í sína gransking í kyni, yrkisvali og flytføri við serligum atliti at oyggjasamfeløgum.
Eisini fer hon eisini at røða um royndir sínar sum ráðgevi í fjølbroytni og javnstøðu í donsku sjóverjuni.
Endamálið við fyrilestrinum er at bjóða av, upplýsa og kveikja umhugsan.
Tí hvat er javnstøða í veruleikanum? Og eigur málið til dømis at vera javnt tal av monnum og kvinnum í sjóverjuni?
GG: Fyrilesturin er á enskum.