Loading Events
Nær
28. februar 2026 kl. 14 - 14:01
Hvar
Norðurlandahúsið

Altjóða fígging til føroysku filmsvinnuna

Støða: Avlýst
Høli: Klingran
Longd: 90 min.

Vegna útskrivað nýval, verður hetta filmspolitiska orðaskiftið avlýst. Arbeitt verður við at finna eitt annað høvi seinni á árinum. 

Hví er tað so trupult hjá føroyingum at fáa fígging til sínar filmsverkætlanir? Er hugsningur um at møta krøvunum úr evropeiskum og altjóða stuðulsskipanum? Hvørjar eru avbjóðingarnar, og hvussu loysa vit hesar?   

Framløga og pallborðsfundur við Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, Creative Europe Media Desk Danmark, Filmshúsinum og Outlier Projects.

Um Geytavikuskiftið bjóðar Filmshúsið til pallborðsprát at skifta orð um altjóða filmsgrunnin Creative Europe MEDIA, og um hvørjar avbjóðingar eru serliga galdandi fyri filmfólk í Føroyum, tá roynt verður at søkja stuðul.

Vit fáa spennandi vitjan av Lone Garde, leiðara av Creative Europe MEDIA Desk Denmark, sum er ein stovnur, ið vendir sær til audiovisuellu økini og stuðlar m.a. menning, framleiðslu og útbreiðslu innan spælifilm, heimildarfilm, videospøl og interaktiv verk.

Eftir stutta framløgu verður orðaskifti við Eirik í Jákupsstovu, landstýrismann í Tilfeingis- og vinnumálaráðnum, Jón Hammer, framleiðara við Outliers Projects, og Marjun Niclasen, leiðara fyri Filmshúsið. Orðstýri er Kristianna Winther Poulsen.

Høvi verður at spyrja spurningar.