Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
29. apríl 2025 kl. 18 - 18:01
Hvar
Perlan
Prísur
Ókeypis atgongd

Amnesty Føroyar hevur aðalfund og tiltak

Um tú kundi hugsað tær at vita meira um nevndararbeiðið, kanst tú skriva til nevndina á chair@amnesty.fo

Ynskir tú at fáa mál á skrá á aðalfundinum ella hevur tú uppskot til broytingar í viðtøkunum, skal hetta eisini boðast frá á amnesty@amnesty.fo í seinasta lagi 25. apríl.
Øll eru hjartaliga vælkomin.

KL. 19: TILTAK
Eftir aðalfundin verður tiltak, og á skránni eru hesi innsløgini:
kl. 19: mannarættindastøðan 2025?
Við framløgu og sofapráti viðgera vit mannarættindastøðuna í 2025. Eftir eina stutta framøgu frá Amnesty Føroyum, verður sofaprát við m.a. Regini Berg (stjórnmálafrøðingur og nevndarlimur í Amnesty Føroyum) og Sigri M. Gaini (PhD í politiskari filosofi).
kl. 20: eitt føroyskt mannarættindaráð?
Vit finna fram aftur tilmælið um eitt føroyskt mannarættindaráð, sum táverandi landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, lat gera. Margretha Nónklett, sum var í arbeiðsbólkinum sum gjørdi tilmælið, greiður frá, hvat er eitt mannarættindaráð er, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjar møguleikar arbeiðsbólkurin metti vóru fyri einum føroyskum mannarættindaráði. Aftaná framløguna verður politiskt orðaskifti um avleiðingarnar av, at vit ikki hava eitt slíkt ráð, og hvørt vit eiga at arbeiða fyri at seta eitt í verk.
kl. 21: føðingardagur og happening
Í ár hevur Amnesty Føroyar 60 ár á baki. Stóra hátíðarhaldið goyma vit til í heyst, men vit fara at tjóvstarta við einum einum lítlum fagnaði við røðu og eini skál fyri frælsinum. Vit enda við einum happening.
Meira kunning um innsløgini kemur komandi dagarnar.
Øll eru hjartaliga vælkomin