Einki úrslit
Undanfarna síða
Næsta síða
Loading Events
Nær
24. apríl 2025 kl. 20 - 21:30
Hvar
Sjónleikarhúsið
Prísur
DKK 210

Andetag/Andadráttur (Finland/Áland/Svøríki)

“Eg hevði ynskt, at eg hevði loyvt mær at verið eydnusamari”

Leikurin er skrivaður av fimm høvundum, sum brúktu tey fimm vanligastu tingini at angra. Teir fimm høvundarnir eru Arn-Henrik Blomqvist, Monika Fagerholm, Marcus Rosenlund, Dag Thelander og Frank Skog. Tilsamans mynda tekstirnir ein brotligan heim, har hendingar, fundir og fólk koma saman í einum polyrytmiskum harmonii. Framførslan er rútmað av The Great Learning Orchestra.

Framførslan var framførd á Svenska Teatrinum í heyst og tann 5. apríl er tíð til ferðafrumframførsluna á Turku Svenska Teatrinum. Síðani verður framført í Álandi, í Hamar, Stokkhólmi, Tórshavn og í Reykjavík. Leikurin er umleið 90 minuttir uttan steðg.

Á pallinum eru: Wilhelm Grotenfelt, Paul Olin, Paul Holländer, Johanna af Schultén og Mathilda Kruse. Arn-Henrik Blomqvist stendur fyri leikstjórnanini.

Leikurin verður framførdur á svenskum.

Ummælara- og áhoyrarameiningar frá heystinum:

“Tí tað, sum fólk angra mest, er ikki tað, tey gjørdu, men tað, tey ikki gjørdu. Á henda hátt gerst framførslan ein gagnlig áminning um tað neyðuga í lívinum og týdningin av at røkta familju- og vinarsambond”

– Siw Handroos Kelekay, finska avísin Västra Nyland

“Við deyðans ótroyttiliga eygnabrái noyðast vit at venda eygunum móti lívinum”

– Sofía Nyberg, finski tíðindamiðilin NyTid

“Ímynda tær, um vit kundu tosað líka nógv um deyðan, sum vit gera um barnagarð, skúla, arbeiði og mat – og líka natúrliga”

– Áskoðari